Skutu eftir ST-eygleiðarum

ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, segði í dag, at frásagnirnar frá hópdrápunum í Sýrialandi eru bæði skelkandi og spýggiligar.

-Tað bleiv eisini skotið eftir ST-eygleiðarum, tá teir royndu at sleppa inn í bygdina Mazraat al­Qubeir, haðani vit hava frætt frá einum hópdrápi, segði Ban Ki-moon. Ovastin fyri ST-eygleiðarunum, norðmaðurin Robert Mood, segði í dag, at ST-eygleiðarar sluppu ikki at gera neyðugar kanningar fyri at fáa staðfest hópdrápið.

Sýriskir andstøðutalsmenn siga, at í minsta lagi 55 fólk lógu eftirá í Mazraat alQubeir.