Skutu eftir ferðamannaflogfari

Eitt fólk doyði, og tvey vórðu særd, tá ókendir menn skutu eftir einum flogfari, sum var í ferð við at seta seg.

BBC sigur, at eitt ferðafólk, ein kvinna, doyði, og at tvey av manningini vórðu særd av skotunum.

 

Flogfarið, sum er pakistanskt, kom úr Saudiarabia og var í ferð við at seta seg á flogvøllin uttan fyri pakistanska býin Peshawar, tá skotið varð eftir tí.

 

Løgreglan sigur, at minst seks skot raktu flogfarið, og at eitt teirra rakti ein av motorunum. Løgreglan heldur, at ætlanin var at raka flogskiparan. Talsmaðurin hjá Pakistan International Airliness sigur, at høvdu álopsmenninirt rakt flogskiparan, hevði tilburðurin uttan iva endað sum ein stór vanlukka. 

 

Enn hevur eingin átakið sær ábyrgdina av álopinum á flogfarið, men myndugleikarnir vísa á, at fyrr í mánaðinum søkti Taliban tvær ferðir at flogvøllinum í Karachi.