Skutu eftir donskum tangaskipi

Tað eydnaðist danska tangaskipinum Torm Kristina at sleppa undan somaliskum sjórænarum, sum lupu á skipið hósnáttina. Reiðaríið sigur við Ritzau-tíðindastovuna, at sjórænararnar skutu eftir skipinum fleiri tímar, áðrenn skipið slepp inn tað trygga økið í Aden-víkini og vendi aftur til India.

Torm Kristina er 233 metrar langt og var fermt við bensini, tá sjórænararnir royndu at taka tað. 23 mans eru við skipinum.

-Skipið liggur nú í Mumbai í India, og vit hava sent fólk hagar at taka sær av manningini.Men manningin hevur tað gott, og eingin fekk skaða í álopinum, sigur Pia Loft, sum er talskvinna hjá Toem.