Átta fólk lógu eftirá, tá menn fóru at skjóta eftir srilankiska ceicket-landsliðnum, sum er í Pakistan Srilankiska landsliðið í cricket var á veg til ein ítróttarvøll í pakistanska býnum Lahore, tá menn søktu at bussi teirra. Seks løgreglumenn, sum skuldu fylgja bussinum, og tvey sivilfólk lógu eftirá.
Fimm av teimum srilankisku ítróttarmonnunum og ein venjari teirra vórðu særdir.
Pakistanska løgreglan, at 12 mans vóru við í álopinum á bussin, og at teir vóru vápnaðir við rakettum, hondgranatum og maskinbyrsum.










