Skutu 14 fótbóltsspælarar

14 fólk lógu eftirá, tá vápnaðir menn við gekkaskorti skutu eftir spælarunum í einum amatørfótbóltsdysti í býnum San Pedro Sala í Honduras í gjárkvøldið. Løgregluovastin í býnum sigur, at 14 menn vóru á vøllinum, tá nakrir menn brádliga fóru at skjóta eftir teimum. 10 av spælarunum doyðu beinanvegin. Hinir fýra vórðu fluttir á sjúkrahús, men doyðu stutt eftir.

Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at álopsmenninir, sum vóru vápnaðir við skammbyrsum, vóru millum fimm og átta í tali. Talsmaðurin sigur, at tilburðurin kann hava samband við ósemju millum brotsmannalið.

Dráp eru rættiliga vanlig í Honduras, og sambært myndugleikunum hava tað verið serliga nógv dráp í ár.