Spælararnir í ungdómsdeildini hjá danska felagnum AB hevur nú fingið ein skutara frá einum sponsori. Ætlanin er, at skutarin skal ganga upp á skift millum spælarar, sum standa seg væl í felagnum. Álopsspælarin Andreas Granskov, sum er komin á U17 landsliðið, er tann fyrsti AB-spælarin, sum sleppur at brúka tann grøna skutaran. - Ætlanin er, at skutarin skal verða eitt slag av ferðasteypi í felagnum, har spælarar, sum gera vart við seg, verða løntir fyri avrikið, sigur Jesper Reinhardt, sum hevur latið felagnum skutaran.









