Talan verður um eina framsýning av ymiskum modellum av PGO og Piaggio skutarum.
Høvi verður til eitt prát við umboð fyri MC-Søluna um skutarar og motorsúkklur. Eisini verða onkur góð tilboð til tey vitjandi.
Vinningurin av sms-kappingini á Rás2 um ein PGO-skutara til eitt virði av umleið 15.000 krónum verður eisini drigin.
Rás2 ger tiltakið í samstarvi við Føroya Shell , MBM og MC-Søluna. Skutaratreffið verður frá kl. 10 til 14. Ókeypis Twix og PopTop verður at fáa.