Skutaramenn framvegis í Mandal

Ov høg alda í Kattegat forðaði Atla og Sveini at koma til Danmarkar. Teir væntaðu kanska at kunna sigla víðari fríggjakvøldið

Teir báðir skutaramenninir, Atli S. Petersen og Sveinur Høgnason, sum eru ávegis úr Føroyum til Danmarkar á vatnskutarum, vóru framvegis í Mandal í Suðurnoreg, tá vit hittu teir beint fyri middag í dag, fríggjadag.
? Aldurnar eru framvegis ov høgar í Kattegat. Tær hava verið upp í fimm metrar, og tað er alt ov nógv, segði Atli S. Petersen.
Hann sigur, at teir fara ongan veg fyrr enn aldan er niðan fyri hálvan annan metur.
? Men tær eru avtakandi, so vit vænta kanska at kunna fara avstað seinni í kvøld.
Tá teir eru komnir teir umleið 60 fjórðinarnar um Kattegat, hava teir einar 200 fjórðingar eftir sigla í Danmark. Úr Mandal leggja teir leiðina til Hanstholm, síðani gjøgnum Limfjørðin, síðani kós móti Norðursælandi og til Keypmannahavnar, har teir leggja at á Lange Linje.
Atli S. Petersen veit ikki rættuliga at siga, hvussu nógv verður gjørt burtur úr, tá teir koma á Lange Linje, men teir hava so fingið boð frá umboðsmanni teirra í Keypmannahavn um at siga frá tveir tímar áðrenn.