Í síðsta mánað órógvaði øska úr Grímsvøtnum í Íslandi flogferðsluna á okkara leiðum, og nú hendir tað sama á sunnaru jarðarhálvu. Í Kili fór gosfjallið Puyehue-Cordon Caulle at goysa fyri nøkrum døgum síðani, og nú órógvar øskurok haðani flogferðsluna í fleiri londum.
Í dag hevur avstralska flogfelagið Qantas Airways avlýst 22 fráferðir til og úr Ný Sælandi og Tasmania, og ný sælendsk flogfeløg hava broytt fleiri rutur fyri at sleppa uttan um øskuna, sum kann geva motorunum á flogførum trupulleikar.
Í Suðuramerika hevur gosið darvað flogferðsluni í Kili, Uruguay, Argentina og Brasil.
Gosið í Puyehue-Cordon Caulle byrjaði tann 4. juni.