Skurarnir stríddu seg til stig í Streymnesi

Sundalagsmenn vóru væl betri allan fyrra hálvleik, men tóktist ikki vera sinnaðir at geva seg fult og heilt fyri sigurin. Gøtumenn hinvegin vístu, at teir vildu stríðast fyri eina stiginum, sum teir at enda eisini fingu

FÓTBÓLTUR

 

Tað verður ikki nógv longur, at EB/Streymur er oddalið í Formuladeildini. Í hvussu so er ikki, um metast skal út frá viljanum til at stríðast fyri sigrinum. Fótbóltsspæl vísti felagsliðið frálíkt í fyrra hálvleiki, men í seinna hekk tað ikki líka væl saman hjá Sundalagsmonnum. Men tá tað ikki riggar at spæla, so ber altíð til at stríðast.

Hetta gjørdu sundalagsmenn tó ikki. Hinvegin stríddust teir gulu og bláu manniliga. Tá tíggju minuttir restaðu av dystinum – og bara tíggju GÍ-leikarar vóru eftir á vøllinum – fekk GÍ løn fyri stríðið, tá Pól Jóhannus Justinussen stútaði bóltin í netið, soleiðis at dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

EB/Streymur á tí mesta

Fyrri hálvleikur var ein fín fótbóltsuppliving. GÍ vísti millum lítið og einki, men EB/Streymur spæla frálíkan fótbólt. Teir lótu bóltin arbeiða fyri seg, fluttu hann væl runt sína millum. Somuleiðis lá eisini væl fyri at variera spæli soleiðis, at tað annaðhvørt var við skjótum og stuttum sendingum, ella at bólturin var fluttur heilt út í borðið, har oftast Gert Hansen royndi seg við longum bóltum tvørtur um vøllin.

Tíverri fyri GÍ mátti Sámal Joensen lata seg skifta út eftir bara tíggju minuttir, og hetta var møguliga ein orsøk til, at liðið einki hevði at bjóða upp á í fyrra hálvleiki.

Stóran hálvan tíma inn í dystin eydnaðist tað sundalagsmonnum at fáa bóltin í netið.

Tað var Brian Olsen, sum seinastu dystirnar er byrjaður inni, ið skoraði málið, eftir eitt frálíkt kontraálop, sum Hans Pauli Samuelsen setti í gongd, tá hann vann bóltin á egnari hálvu. Hann gav bóltin víðari til Hanus Eliasen, sum við eini frálíkum bólti inn um verjuna sendi Brian Olsen avstað. Sendingin var um at gerast ov long, men maðurin úr Tjørnuvík tveitti seg fram og takklaði bóltin í netið. Eitt kontraálop eftir bókini.

Undan hesum hevði Leif Niclasen havt tvær fínar royndir eftir frísparksinnlegg, og við eitt sindur meiri hepni førdi EB/Streymur við meiri enn einum máli í steðginum.

 

Brenna brotsspark og fáa útvísing

Í seinna hálvleiki gekk ikki líka væl hjá EB/Streymi. Gøtumenn vóru meiri ágrýtnir nú, og tað órógvaði smáspæli hjá EB/Streymi, at bólthavarin beinanvegin var lagdur undir øgiligt trýst.

Tíðliga í seinna hálvleiki fekk GÍ brotsspark, tá bólturin rakti armin á Gert Hansen. Poul Ennigarð tók sær av hesum, men buldraði bóltin á tvørtræið og skoraði ikki.

GÍ trýsti tó fyri at fáa útjavnandi málið. Men hóast teir vóru ágrýtnir og væl megnaðu at órógva smáspæli hjá EB/Streymi, so fekk GÍ ikki spælt seg til teir stóru kjansirnar.

 

Hinvegin eydnaðist tað EB/Streymi at koma fram til nakrar kjansir. Hetta eftir einmansavrik frá Hans Paula Samuelsen, har hann fyrst krúllaði seg framvið Niclas Niclasen og royndi seg við skoti, sum Geza Turi vardi fyri við beininum. Síðani eftir kvikar driblingar á baklinjuni, har skotroyndin tók á stongina, og eina aðru ferð legði hann bóltin inn í feltið, har ikki færri enn tríggir EB/Streymar royndu seg uttan eydnu.

Hesir báðir síðst nevndu kjansir komu, tá umleið hálvur tími var spældur. Stutt frammanundan hesum varð Niclas Niclasen vístur av vøllinum, eftir sítt seinna gula kort.

Við einum manni færri á vøllinum, eydnaðist tað tó at fáa mál. Pól Jóhannus Justinussen stútaði frísparksinnlegg í netið. Eitt fínt mál frá fyrrverandi NSÍ-arinum, sum nú hevur skorað fýra dystir á rað. Hann er toppskjútti hjá GÍ við fimm málum, og vert er at leggja til merkis, at seinastu fýra málini øll eru skallaði í netið.

 

Neyðugt at stríðast

Seinastu minuttirnar trýsti EB/Streymur fyri at fáa sigursmáli, men nú var ov seint at stríðast. Hetta áttu teir at gjørt nakað fyrr, tí GÍ megnaði at standa ímóti, so at dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Vantandi stríðsviljin kostaði í dag sundalagsmonnum sigurin. Og sundalagsmenn skulu rokna við, at tað eisini kann kosta teimum oddasessin, um teir ikki ætla at stríðast fyri honum.

GÍ prógvaði hinvegin, at stríðsvilji í sjálvum sær kann bera langt. Móti HB spældi teir væl og stríddust – tað gav trý stig. Í gjár spældu teir minnu væl, men stríddust kortini – tað gav eitt stig.