Skurðviðgerð móti fiti Miðlahúsinum

Í dag klokkan 13.30 verður fyrilestur í Miðlahúsinum í Vágsbotni, sum Kirurgirejser skipa fyri. Fyrilesturin er um skurðviðgerð móti fiti, sum fleiri og fleiri føroyingar hava fingið framda.

Sambært lýsing hjá Kirurgirejser fingu fleiri enn 100 føroyingar gjøgnum hetta felag skurðviðgerð framda í Belgia í 2010. Lagt verður aftrat, at Kirurgirejser bjóðar skurðviðgerðir fyri helmingin av tí, tað kostar at fáa hana framda í Norðurlondum.

Skurðlæknin, sum fremur viðgerðina í Belgia, Dr. Bruno Dillemans, er ein av heimsins royndastu læknum innan hetta slag av skurðviðgerðum.

Á tiltakinum í Miðlahúsinum í dag verður høvi at seta spurningar til fólk, sum hava fingið hesa skurðviðgerð og til stjóran og ferðasamskiparan hjá Kirurgirejser, Atef El-Kher, sum eisini fer at greiða frá viðgerðini.

Myndin er av Atef El-Kher, og hana tók Birgir W. Høgnesen í Vágsbotni í gjár.