Skurðviðgerðin skuldi gera hana vakrari

Yrkisleiðin hjá kinesiska sjónleikaranum og sangaranum, Gao Liu, kann vera í vanda eftir at hon fekk eina kosmetiska skurðviðgerð sum gjørdist ein vanlukka fyri hana.

 

 

Tað eru ikki allar kosmetiskar skurðviðgerðir, sum geva góð úrslit - og tey úrslit, sum tann, ið letur seg skurðviðgera, væntar. Hetta hevur kinesiski sjónleikarin og sangarin, Gao Liu, so dyggiliga fingið at síggja, eftir at hon læt seg skurðviðgera í nøsini.

Nú ávarar hon onnur um, hvørjir vandar kunnu vera við kosmetiskum skurðviðgerðum.

Seinastu mánaðirnar hevur sjónleikarin og sangarin ikki verið at sæð, fyrr enn hon herfyri legði nakrar myndir av sær sjálvari út á sosiala miðilin, Sina Weibo, har hon hevur fimm miljónir fylgjarar. Her greiddi hon eisini frá, hvat er hent henni.

Svarti bletturin á nasasnippinum er deyður vevnaður.

- Øll skurðviðgerðin vardi í fýra tímar. Eg væntaði, at eg fór at síggja betri út eftir hesar tímarnar. Tað seinasta, eg væntaði, var, at hetta fór at gerast byrjanin til ein marrudreym, skrivar BBC um Gao Liu.

Sjálv væntaði hon, at kosmetiska skurðviðgerðin fór at hjálpa henni á yrkisleiðini. Mælt varð til, at hon fór til ein skurðlækna í Kina, sum skuldi gera nøsina hjá henni smalari. Eftir skurðviðgerðina, har alt gekk galið, varð hon innløgd á sjúkrahús í Kina í tveir mánaðir.

Onkur kundi hildið, at tað, sum er hent við skurðviðgerðini hjá Gao Liu, kann rættast upp aftur eftir stuttari tíð, men so lætt er tað barasta ikki. Orsakað av skaðum, sum nøsin hevur fingið, har vevnaður nú er deyður, noyðist hon at bíða eftir einari nýggjari skurðviðgerð í minsta lagi eitt ár.

##med2##