Skurðlæknin endar nú í Løgtinginum

Sirið Stenberg skal nú greiða frá, hví Landssjúkrahúsið hevur slitið samstarvið við íslendska bróstkurðlæknan, Kristján Skúla Ásgeirsson

Tað skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú greiða Løgtinginum frá.


Tað er Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur reist málið, nú tað frættist at samstarvið við íslendska bróstskurðlæknan skal halda upp at.

 

Hann vil eisini hava at vita, hvør hevur tikið avgerðina um at slíta samstarvið, og somuleiðis spyr hann Sirið Stenberg um hon ætlar at leggja seg upp í málið so at samstarvið kann halda fram.

 

Bjørn Kalsø vísir á, at krabbameinssjúklingar hava verið sera væl nøgdir við íslendska læknan. Men nú skal samstarvið sigast upp í at ætlanin er, at Landssjúkrahúsið heldur skal samstarva við størri universitetssjúkrahús, tá talan er um bróstkrabba og skurðviðgerðir í tí sambandi.

 

– Fleiri sjúklingar, og avvarðandi, hava gjørt vart við, at tey hava verið sera væl nøgd við viðgerðina, tey hava fingið frá íslendska læknanum og starsfólkum hansara, bæði í Føroyum og í Íslandi. Tey mæla tí staðiliga frá, at samstarvið heldur upp at, og siga, at tað verður stórt bakkast fyri sjúklingarnar, sigur Bjørn Kalsø.

 

Og tá ið bæði sjúklingar, og avvarðandi, eru sera væl nøgd, vil hann hava at vita, hví samstarvið ikki kann halda fram.