Skurðlæknar ovfarnir

Tað var ikki smávegis sár, sum Manchester United leikarin, Wayne Rooney, fekk, tá Hugo Rodallega traðkaði á læri á honum.

 

Sjálvt skurðlæknarnir vóru ovfarnir av hvussu djúpt og stórt sárið var, og leikarin varð lagdur undir fulla doyving, tá hann skuldi seymast.

 

Dubbarnir á skónum hjá Rodallega fóru so djúpt, at musklarnir í lærinum vórðu skaddir, og læknarnir hildu Rooney á sjúkrahúsinum um náttina, men hann slapp so heim gjáramorgunin.

 

Hann skal aftur til kanning hesa vikuna, so læknarnir kunnu tryggja sær, at sárið lekist sum tað skal.

 

Roknað verður ikki við, at Rooney verður klárur aftur fyrr enn í fyrsta lagi um fýra vikur, og nevnt verður, at hann kann missa 14 dystir í ringasta føri.