Sandurin í Syrðugøtu er fullur av fólki hendan seinnapartin, og tað hevur hann verið í allan dag. Tað plaga at vera hitapottarnir, ið lokka fólk oman á sandin, men í ár síggjast nógv fólk skupla á vatnfjølum - ella sum tað eitur á enskum paddle boarding. Hetta er eitt slag av vatnítrótti, har mann stendur á einari stórari fjøl, sum minnir um eina brimfjøl - og so rør mann við einari spakaár.
Tað er Útilív, sum skipar fyri og er veitari av fjølunum, sum liggja á sandinum. Rundan um har stákast Chris Bailey, sum vegleiðir fólki í at brúka hesar serligu brimfjølirnar.
Chris Bailey er surf- og kavarainstruktørur úr Ný Sælandi. Seinastu árini er hann komin til Føroya um summarið við tí fyri eyga at skapa áhuga fyri vatnítrótti. Í november hevði hann eitt nú eitt skeið í surfing í Tjørnuvík.
##med6##
##med5##
- Vit hugsaðu, at paddleboarding hevði hóskað seg væl til festivalin. Hetta er nakað, sum øll kunnu gera, og tað er stuttligt at hava ein sovorðið um morgnarnar og gjøgnum dagin. At skupla er ein fín avbjóðing, tí tað er ikki ov ringt, men heldur ikki ov lætt, sigur Chris Bailey.
- Tað gevur eina góða javnvág, tað er gott fyri sálina, og tað fær ein í samband við náttúruna, sigur hann.
##med4##
Gjøgnum summarið fer Útilív at skipa fyri túrum við paddleboaring, har Chris Bailey verður leiðari.
Chris Bailey sigur, at um onkur hevur hug at læra seg at surfa í summar, so ber til at ringja til Útilív at bóka sær nakrar tímar við sær.
##med3##
##med2##
















