Skundmikil Keating

Ronan Keating er komin til landið og fyri løtu síðani skrivaði hann seg inn á gistingarhús í Havn.

Keating tóktist skundmiki,l og var sera skjótur at sleppa sær úr bilinum og innar at finna sær kamarið. Við í bilinum hevði hann tveir mans, umframt bilførara.

Sjálvur hevði Keating als ikki áhuga í at práta við planet.fo, sum hevði umboð á staðnum, men hevði heilt greitt bert áhuga í at sleppa sær innar so ósæddur sum gjørligt.

Hetta var kanska ikki heilt óvæntað, tí sum skilst hevur verið trupult hjá føroyskum miðlum at fáa í lag tíðindafund við stjørnuna.

Men hjá áhugaðum ber til eittnú at lurta eftir Rás2 fríggjakvøldið um 21 ella 22 tíðina, tí nakrir fáir minuttir eru tá avsettir til prát við miðlar.

Hinvegin kann sigast, at Keating er ikki komin til Føroya fyri at práta - heldur ikki við miðlar, men fyri at syngja. Og í annaðkvøld er stóra stjørnan høvuðsnavn á ársins Summar Festivali í Klaksvík, har hann fer á pall við øllum teim mongu popphittunum, sum vit og allur heimurin kennir Ronan Keating fyri.

 

 

Mynd: Ronan Keating hevði skund, tá hann fyri løtu síðani skrivaði seg inn á gistingarhús í Havn. (Mynd: Dagfinn Olsen)