Johan Dahl sigur, at tað hevur bráðskund at finna pengar, so at Smyril sleppur í dokk sum skjótast. Tí ætlar hann sær eisini at arbeiða skjótt við málinum, sigur hann við Sosialin, sum kemur í sølubúðirnar nú seinnapartin.
Nú skal Strandferðslan gera eina nágreiniliga kostnaðarmeting in út og so skjótt tað er gjørt, fer landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um at játta neyðugu upphæddina til endamálið.
Tað fer hann antin at gera í sambandi við sjálva fíggjarlógina, sum skal samtykkjast fyri ársskiftið, ella við eini umbøn um eykajáttan.
Annars hevur samgongan avgjørt, at tað verða bara tvær umsóknir um eykajáttan lagdar fyri tingið um árið, ein um várið og ein um heystið.
Men Johan Dahl staðfestir, at tað kann ikki bíða til í vár at fáa játtanina til Smyril.
Eydnast tað ikki at fáa tað við í vanligu fíggjarlógina, fer hann tískil at biðja um eykajáttan beinanvegin.
Hann sigur við Sosialin, at samgongan skilir støðuna og tí væntar hann ikki, at trupulleikar fara at standast av at finna neyðugu upphæddina.









