Hallur Hjalgrímsson spyr í bløðunum fríggjadagin 27. februar, hvørja støðu limirnir í minnilutanum í Tórshavnar býráð hava til ætlaða undirsjóvartunnilin millum Skálafjørðin og Havnina.
Skal í hesum sambandi upplýsa, at spurningurin hvørki hevur verið viðgjørdur í minnilutanum ella býráðnum yvirhøvur.
Mær kunnugt er talan (fyribils) bert um eitt hugskot. Og sambært landsstýrismanninum, ið varðar av hesum málsøki, verða pengar ikki tøkir á fíggjarlógini til eina slíka verkætlan í bræði.
Hallur og ivaleyst mong við honum stúra av røttum fyri tí ferðsluruðuleika, ein tílíkur tunnil fer at hava við sær í høvuðsstaðarøkinum.
Ringt er jú sum er!
Her eigur og má høvuðsstaðurin sjálvandi fáa stundir til m.a. at takla henda trupulleika, áðrenn landfast verður inn á Skálafjørðin.
Við hesum í huga, havi eg persónliga onki ímóti, at eysturoyingar arbeiða víðari við ætlanini, bara teir skunda sær spakuliga!