Skumpaði tvey fólk á sjógv

- Hetta var ivaleyst fullamannalótir, men slíkt er ikki at spæla við og kundi í ringasta føri endað á syndarligan hátt, sigur vakthavandi Í vikuskiftinum fór ein hending fram niðanfyri Glitnir á Skálatrøð, sum kundi endað við eini vanlukku, um illa vildi til.

- Tá ið fólk hugna sær og drekka, hendir meira enn so, at tey ganga niðri við bátarnar. Slíkt er ikki heppið. Soleiðis var eisini nú í vikuskiftinum, tá ið fólk gingu niðri við bátabrúgvarnar á Skálatrøð.

Vakthavandi sigur, at í tí eina førinum var onkur komin at skumpa tvey onnur fólk á sjógv beint niðanfyri Glitnir á Skálatrøð.

- Vit halda ikki, at nakað bevíst lá í hesum, men meira tað, at fólk vóru komin at keglast, og so skumpaði annar parturin hini bæði spontant í havið.

Vakthavandi sigur, at tað var ein kvinna og ein maður, sum soleiðis endaðu á blámanum hetta kvøldið.

- Hetta var ivaleyst fullamannalótir, men slíkt er ikki at spæla við og kundi í ringasta føri endaði á syndarligan hátt.

Sum skilst á vakthavandi, fingust tey bæði, sum endaðu á sjónum, uppaftur í øllum góðum.