Cristiano Ronaldo hevur fingið leikbann í fimm dystir, eftir at hann skumpaði dómaran í fyrra stórsteypadystinum í Spania. Hendingin fór fram, eftir at portugisin hevði fingið sítt seinna gula kort.
Spanska fótbóltssambandið upplýsir, at Cristiano Ronaldo fær ein dyst leikbann fyri útvísingina og fýra dystir fyri at skumpa dómara eftirfylgjandi. Hann skal nú sita uttanfyri í seinna stórsteypadystinum og í La Liga móti La Coruna, Valencia, Levante og Real Sociedad.
Real Madrid vann 3-1 á FC Barcelona í fyrra stórsteypadystinum. Cristiano Ronaldo gjørdi nógv um seg løtuna hann var á vøllinum. Hann kom á vøllin ein hálvan tíma fyri tíð, skoraði til 2-1 við vøkrum máli og fekk gult kort fyri at taka troyggjuna av.
Síðani fór hann umkoll í brotsteiginum hjá Barcelona og fekk gult kort fyri film. Viðmerkjarar og frásøgufólk eru á einum máli um, at talan als ikki er um film og tí er seinna gula kortið ikki uppiborið. Hóast ein spælara í undirtal skoraði Real Madrid seinni til 3-1, sum eisini bleiv úrslitið.