Skulu vit verða ferðafólkaland krevur tað flogvøll

Petur Hermansen
-----

Siti og lesi greinina um ferðavinnu í Føroyum á Portalinum, og eitt viðmæli sum gevur 5 stjørnur? Veit ikki hvar hesar stjørur koma frá.
Greinin er sum heild bert ein endurtøka av øllum tosinum og evlinum um ferðarvinnu, sum skal økjast og enntá veksa við ferð. Haldið mær tilgóðar, er tað nakar føroyingur sum ikki hevur hoyrt hetta fyri?
Fiskivinnan verður nevnd, men hon verður ongantíð nakað íkast til ferðavinnuna, tí hon er sum altíð ein vinna fyri vinir og kenningar, alt eftir hvør er landstýrisfólk.
Politisk raðfesting stendur sum ein møguleiki, ja tað seinasta vit hava upplivað er, at politikar hava syrgt fyri, at einki charterflogfar úr útheiminum hevur møguleika at lenda í Føroyum, og eingin fær møguleika at kappast við Atlantic.
Tey ferðafólkini sum koma til Føroyar koma við útlenskum ferðamannaskipum og eru her í longsta lagi 12 tímar, og hetta er vøksturin, sum hevur verið seinastu árini, og her eigur Uttanríkisráðið ikki ein fingur í.
Enn einaferð: Skulu Føroyar nakrantíð gerast eitt ferðafólkaland, er bert ein vegur, og tað er loftvegis, men hetta hava Johan Dahl og Jørgin Niclasen syrgt fyri ikki hendur tey næstu 20 árini, og hetta kemur at standa sum ein dapur varði eftir hesar politikarar.
Eingin ferðavinna úr útheimi fer at gera charterferðir til Føroyar við flogførum.
So kunnu føroyingar framhaldandi tosa og tosa um ferðavinnu, og hetta orsaka av politiskari raðfesting og av persónligum áhuga fyri at forða framgngd innan flúgving. (Glyvursnes)
Tað er sera stutligt at droyma, og tað kostar einki, men landsstýrið hevur endaliga sløkt henda dreym at menna ferðavinnuna við ikki at byggja altjóða floghavn á Glyvursnesi.
Við eini Floghavn á Glyvursnesi kundi allur heimurin sent charterflogfør við 200 til 300 ferðafólkum, og ferðafólk kundu brúkt eina viku ella fjúrtan dagar í Føroyum, og tá høvdu vit fingið nýggjar bilettprísir bæði til Føroyar og úr Føroyum.
Hetta hevði givið arbeiði og trivna, einki annað.