Skulu vit sova á gullinum?

Okkara siðaarvur skal verjast. Hetta hoyra vit ikki minst tá hátíðarligar røður vera hildnar, tá merkisdagar eru, ella politiskar visjónir skulu markerast.

Rani Nolsøe

Klaksvík



Veruleikin er tó tann, at alt ov lítið er gjørt á hesum øki her í Norðoyggjum.

Ein útgrevstur bleiv gjørdur á Borðoyarvík í 1960?unum. Síðani er litíð og onki hent.

Úti í Grøv finst ein víkingatoft. Hvussu nógv vita av, at har er eitt serstakt dømi um okkara fortíð? Norðoya Fornminnissavn er og eigur at verða eitt aktiv fyri okkara kommunu, men sum er hevur tað ongar heimildir at røkja eina veruliga savnsuppgávu.

Klaksvíkar býráð skal hava ein skipaðan mentunnarpolitikk, og hetta eigur eitt komandi býráð av álvara at arbeiða við.

Ein partur av mentunnarpolitikkinum, er at fáa lagt røkt og ábyrgd av eitt nú fornminnum undir kommunala fyrisiting. Hetta er einasti máti at broyta núverandi støðu.

Fornminni skulu handfarast eftir fakligum fortreytum, men tey skulu eisini kunna gerast eitt aktiv fyri nútíðina. Eitt nú hevur víkingatíðin stórt virði aðrastaðni, ikki minst innan ferðavinnuna.

Við at taka fakliga ábyrgd, kunnu vit tilføra forvitnisligt tilfar til okkum sjálvi og ikki minni til ferðavinnuna. Soleiðis menna vit eisini Klaksvíkina og Norðoyggjar sum heild menturnaliga.

Hví skulu vit sova á gullinum, tá siðaarvurin eigur at verða eitt aktiv fyri lokalsamfelagið?