Líkið av einum súkklisti varð funnið í eini tjóðarpark í California. Fyri íbúgvarnar í Boulder, í Kolorado, vóru hetta tíðindi, ið mintu tey aftur á ræðandi hendingar, tá ein puma fyri 13 árum síðani hevði dripið ein tannáring, sum fekst við at jogga. Søgan um júst henda tilburðin, er ein søga, sum avdúkar hvussu skeivar heimsfatanir kunnu leiða til størri avleiðingar enn man hevði trúð, tó man gjørdi tað av reinum og romantiskum hjarta.
5 ár undan at pumain framdi deydliga álopið, høvdu villdjóraserfrøðingar ávarað íbúgvarnar í Boulder økinum, at eitt álop var sannlíkt. Men uppskot og ávaringar vórðu kveistrað til viks.
Hví? Tað var orsakað av heimsákoðanini hjá mongum av íbúgvunum í økinum. Boulder er kent fyri sína liberalismu, serstakliga tá tað kemur til umhvørvisviðurskifti. Hesar áskoðanir førdu til, at íbúgvarnir í Boulder økinum fóru at trúgva uppá, at tey kundu liva í einum slag av paradísi, har fólk og villdjór kundu liva lið um lið, í friði. Tey vístu soleiðis frá sær, ávaringarnar um, at reinsdjóraflokkurin í økinum vaks í stórum. Fyri pumairnar, hevði hetta, eins og ein magnetur, eina dragandi megi við sær. Men, eingin í økinum vildi góðtaka eina stýrda, ætlaða veiðu av reinsdjórum.
At enda vóru pumurnar eisini sæddar í økinum, men framvegis hildu íbúgvarnir á við at ignorera møguligan vanda. Sjálvt aftaná at ein tannáringur í Boulder var dripin, gjørdi eingin nakað við trupulleikan. Tað var so ógvusligt, at ein av lærarunum hjá tannáringinum hevðist at hesum hugburði, sum, ístaðin fyri at heinta líkið til jarðarferð, heldur vildi lata tað liggja, soleiðis at pumurnar kundu eta seg lidnar!
Tann romantiska heimsáskoðanin hjá Boulder íbúgvunum fekk tey at hugsa, at til bar at skapa eitt friðfult samfelag, har hvølpurin kundi leggja seg hjá pumuni.
Pumain vil ikki liggja undir liðini av lambinum – ella hvølpinum – fyrrenn við seinnu komu Kristusar.
Hettar kann takast inn í tann hugsunarhátt sum vit hava í Føroyum í dag, har vit altíð blíva víst á at vit skullu fylgja okkara lystum, úttan at vita hvat avleiðingarnar gerast.
Lat meg nevna sum dømi. Nógv ynskja at slaka á rúsevnisøkinum. Ynski er frammi um at hava møguleika at keypa rúsevni í vanligu vøruhandlum, sjálvt um hettar hevur víst seg at verða skaðiligt allastaðni har tað er loyvt, við tað at tey hava fyngi fleiri misnýtarar.
Vit mugu ansa okkum so vit ikki ganga somu leið sum íbúgvarnir í Boulder.
Vit mugu ansa okkum tá vit fylgja tíðarrákinum.
Vit mugu ansa okkum um vit góðtaka alt í tann nýmodernaði hugsunarhátturin kemur við.
Harri, lær okkum at døma um, allar nútíðar lærur, ið eru í stríð við vísdómin í Orði Tínum, soleiðis at vit verja sál, likam og land okkara!!
Dánjal Mouritsson Joensen
nevndarlimur í UFM og Miðflokkinum