Hóast Føroyar hava góð minni úr hondbóltssøguni, við fyrst og fremst C-HM og fleiri sigrum í kappingum sum Emerging Nations, Challenge Trophy og í ungdómshondbólti, so hevur manslandsliðið ongantíð vunnið ein undankappingardyst. Í EM-høpi hava Føroyar fingið tvey stig í søguni. Tað fyrsta kom í 22-22 javnleiki ímóti Belgia í Høllini á Hálsi tann 15. januar 2003 og seinna stigið kom í 24-24 javnleiki á útivølli í Montenegro tann 24. oktober 2018.
Í 1992 var farið burtur frá A, B og C-HM til at spæla undankappingar. Føroyar hava síðani luttikið í undankappingum til HM í 2005, 2009, 2011 og 2019, men ongantíð hevur tað eydnast at vunnið stig.
Til hesa undankappingina vóru Føroyar styrkismettar í triðja av fýra løgum, men lutakastið gjørdist kortini sera trupult.
Sí eisini
Veddingarfyritøkurnar hava Litava sum stóran favoritt
Litava og Slovakia vóru ímillum sterkastu tjóðirnar í ávikavist fyrsta og øðrum lagi, og Luksemborg mundi vera hitt sterkasta í fjórða lagi.











