Skulu vera til reiðar til alt

Politi, sløkkilið og sjúkahús skulu vera til reiðar til øll sløg av vanlukkum, men tað eru tey ikki í dag. Løgtingið skal týsdagin hava aðalorðaskifti um, hvussu tilbúgvingin í Føroyum skal skipast

Tá stóra vanlukkan aftur hendur, skulu øll vita, hvat er rætt at gera fyri at hjálpa.
Í Føroyum er tað í dag politiið, sum skipar fyri, hvussu farast skal fram tá stórar vanlukkur henda.
Men nógv onnur hava týðandi leiklut. Sjúkrahúsini, sløkkiliðini, bjargingarfeløgini, vaktar- og bjargingartænastan, bjargingartyrlan, froskmenn, sálarfrøðingar.
Alt hetta skal skipast í eina felags tilbúgvingarætlan fyri at hjálpin skal vera so góð sum yvirhøvur gjørligt. Løgtingið skal týsdagin hava aðalorðaskifti um, hvussu ein tilbúgvingarætlan skal leggjast til rættis.

Á sjógvi og landi

Ein tilbúgvingarætlan skal fevna um allar tonkiligar vanlukkur bæði á landi og sjógvi.
Á landi er tað politiið, sum samskipar, men kommunurnar hava í dag ábyrgdina av vanlukkum, sum henda í teirra øki.
- Nógvar kommunur eru alt ov litlar til at hava ábyrgdina av stórum vanlukkum. Har mugu broytingar gerast. Antin skulu kommunurnar gerast størri ella skal ábyrgdin flytast til landsmyndugleikar, sigur Rógvi F. Johansen, sum er samskipari í tí verkætlanin, ið hevur gjørt tilbúgvingarætlanina.
Sjóbjargingarstøðin hevur ábyrgdina av bjargingararbeiði á sjónum, men við eini møguligari oljuvinnu er eitt nýtt øki komið uppí. Hvussu gera vit í Føroyum, um ein stór oljudálking hendir á føroyskum øki.
Frágreiðingin um tilbúgvingarætlanina hevur verið á veg í fleiri ár, men er nú komin og politikararnir skulu viðgera hana. Í frágreiðingini eru gjørd tilmæli um, hvussu ein samlað tilbúgving kann gerast. Hvussu kann samskiftið tryggjast í eini vandastøðu ella, hvussu verður gjørt í Føroyum, um ein nýtt Tjernobyl-óhapp hendir.
- Okkara ynski er, at politikararnir vísa álit á okkara arbeiðið. At teir stóla upp á allar teir myndugleikar, sum skulu samskipa eina tilbúgving, so kunnu vit arbeiða víðari, sigur Rógvi F. Johansen.
Hann vísir á, at yvirtøkur er ein stórur partur av arbeiðinum við tilbúgvingini. Samskipanin av tilbúgvingini í Føroyum liggur undir Fiskimálaráðnum, men ábyrgdin fyri fleiri økjum liggur enn í Danmark. Í løtuni verður seinasta hond løgd á yvirtøkuna av kjarnorku-tilbúgvingini.
- Vit eru eitt so lítið land, at vit kunnu ikki hava ætlanir fyri alt, men vit mugu gera eitt skilagott samarbeiði við Danmark og onnur lond. Bæði um hjálp í serligum vandastøðum og um útbúgving, sigur Rógvi F. Johansen.