Skulu vera sum Danmark

– Vit skulu hyggja eftir støð­­i­num í Dan­mark, sum er verðins besta væl­ferð­ar­sam­felag.

Tað segði Kaj Leo Jo­hann­e­­sen, løgmaður við Rás2 í gjár. Hann vísti á, at skip­a­nir sum dupultan lestr­ar­stuðul til stakar upp­i­hald­arar og eitt nú barns­burð­ar­far­loyvi í eitt ár er eitt kapp­ing­ar­par­a­met­ur, sum vit eisini mugu hugsa um, fyri at fáa tað meira á­huga­vert at fáa fleiri børn í Før­oyum.

Hann stað­festi, at vit hava ikki ráð at bíða við at bøta um við­ur­skiftini hjá støk­um upp­i­haldar­um, og at tað mill­um annað er tí, at lands­stýrið arbeiðir við at Hús­a­láns­grun­n­inum, sum skal fíggja alternativar bú­stað­ar­møg­u­leikar.

– Nú hava vit tosað nóg leingi, tí vóni eg, at vit skjótt fáa nakrar øðrvísi bú­stað­ar­eind­ir.