Skulu vera longri heima hjá barninum

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.

 

Uppskotið hjá landsstýrismanninum leggur í høvuðsheitum upp til hesar broytingar:

 

·            At leingja tíðarskeiðið, ið foreldur, herundir foreldur at ættleiddum børnum, hava rætt til barsilspening

 

·            At pápin fær rætt til ein størri part av barsilstíðini við barsilspeningi

 

·            At skipanin verður eftirlønargevandi

 

·            At betra um rættindini hjá foreldrum, ið fáa tvíburðar ella fleiri undir sama barnsburði

 

·            At betra um rættindini hjá foreldrum at ov tíðliga føddum børnum

 

·            At veiting fyri inntøkumiss sambært § 17, stk. 3 í forsorgarlógini verður tikin við í

útrokningargrundarlagið.

 

Sambært løgtingslóg um barskilsskipan hava foreldur í dag rætt til at vera heima í barsilsfarloyvi við barsilspeningi í tilsamans 34 vikur. Rættindini til barsilsfarloyvi við barsilspeningi eru soleiðis sett saman:

 

-            Mamman hevur rætt til barsilsfarloyvi við barsilspeningi í 30 vikur innan fyrstu 30 vikurnar eftir barnsburð.

 

-            Foreldrini kunnu velja, at pápin skal vera í barsilsfarloyvi við barsilspeningi í upp til 16 vikur eftir 14. viku eftir barnsburð. Hetta er tó treytað av, at mamman ikki samstundis er heima við løn frá arbeiðsgevara ella við barsilspeningi frá Barsilsskipanini í tíðarskeiðinum.

 

-            Pápin hevur rætt til barsilsfarloyvi við barsilspeningi í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 34 vikurnar eftir barnsburð. Av hesum 4 vikunum kann pápin lata mammuni 2 vikur. Tekur hann ikki hinar báðar vikurnar, detta tær burtur.

 

– Við hesum uppskoti verður skotið upp at leingja barsilsfarloyvið við barsilspeningi við tilsamans 4 vikum soleiðis, at barsilstíðarskeiðið við barsilspeningi verður tilsamans 38 vikur, sigur Johan Dahl.

 

Rættindini til barsilsfarloyvi við barsilspeningi eru tá soleiðis sett saman:

 

-            Mamman hevur rætt til barsilsfarloyvi við barsilspeningi í 32 vikur innan fyrstu 38 vikurnar eftir barnsburð.

 

-            Foreldrini kunnu velja, at pápin skal vera í barsilsfarloyvi við barsilspeningi í upp til 18 vikur eftir 14. viku eftir barnsburð. Tó er hetta treytað av, at mamman ikki samstundis er í barsilsfarloyvi við løn frá arbeiðsgevara ella við barsilspeningi frá Barsilsskipanini í tíðarskeiðinum.

 

-                  Pápin hevur rætt til barsilsfarloyvi við barsilspeningi í 6 vikur innan fyri tær fyrstu 38 vikurnar eftir barnsburð, harav hann kann taka 2 vikur saman við mammuni, hóast hon samstundis fær løn frá arbeiðsgevara ella útgjald frá Barsilsskipanini. Av teimum 6 vikunum kann pápin lata mammuni 2 vikur.

 

Tekur hann ikki hinar 4 vikurnar, detta tær burtur.

 

Uppskotið hjá Johan Dahl kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Viðmerkingar til uppskotið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Uppskotið verður til fyrstu viðgerð í Løgtinginum á fundinum í dag klokkan 11. Skráin til tingfundin sær soleiðis út:

 

 

1.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 126/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Málið verður beint í Vinnunevndina

 

2.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 137/2013: Uppskot til samtyktar um at endurskoða oljuskattalóggávuna
Málið verður beint í Vinnunevndina

 

3.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 140/2013: Uppskot til samtyktar um at skerpa sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum
Málið verður beint í Vinnunevndina

 

4.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 99/2013: Uppskot til samtyktar um at kannað tørvin á yrkislærdari arbeiðsmegi í framtíðini
Málið verður beint í Vinnunevndina

 

5.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 110/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul – (hækkan av stuðulsveitingini)
Málið verður beint í Trivnaðnevndina

 

6.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 101/2013: Uppskot til løgtingslóg um Etiskt ráð
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

 

7.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 104/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om psykologer m.v.”
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

 

8.    Framløga