Vit hittu ein av yngru veljarunum, Michael Jensen og spurdu hann, hvat ið hevði fingið hann á kirkjuráðsval:
- Tað er tí, at á tí eina listanum, lista 2, vóru fólk, ið eg helt verða tey røttu til at sita í kirkjuráðnum. Eg havi valt ein avv hesum persónum, og tað er ein persónur, ið eg haldi talar mína sak. Somuleiðis er viðkomandi trúgvur kirkjugangari, og tað hevur sera stóran týdning, haldi eg. Tí haldi eg, at viðkomandi er sera væl egnaður at sita í kirkjuráðnum.
Gongur tú nógv í kirkju sjálvur?
- Eg eri í kirkju viðhvørt.
Ert tú blivin rikin á vali av onkrum valevni?
- Nei, tað eri eg ikki.