Tá ið kommunustýrisval verður týsdagin 13. november, hava 35.488 veljarar valrætt.
Tað hevur Innlendismálaráðið gjørt upp.
Tilsamans skulu 204 kommunustýrislimir veljast at manna kommunustýrini í teimum 30 kommununum, sum eru í Føroyum.
Í meðal eru 1.183 veljarar í hvørjari kommunu, men verður Tórshavnar kommuna ikki tikin við, eru 728 veljarar í hvørjari kommunu.
Fugloyar kommuna er minst við 36 veljarum, og Tórshavnar kommuna sum er størst, hevur 14.387 veljarar.
Tilsamans eru 60 valstøð, 16 av teimum hava færri enn 50 veljarar. Níggju valstøð hava ímillum 50 og 100 veljarar, 19 valstøð hava ímillum 100 og 500 veljarar, átta valstøð hava ímillum 500 og 1.000 veljarar og átta valstøð hava yvir 1.000 veljarar.
Valstaðið á Hálsi í Tórshavn er tað størsta við 11.722 veljarum, tað er ein triðingur av teimum, sum hava valrætt, og valstaðið í Mykinesi er tað minsta við bara 12 veljarum.
Innlendismálaráðið staðfestir, at 18 kommunur hava bara eitt valstað, sjey kommunur hava tvey valstøð, tvær kommunur hava valstøð og tríggjar kommunur hava seks ella sjey valstøð.
Tær eru Sunda kommuna við seks valstøðum, og Runavíkar- og Tórshavnar kommuna við hvør sínum sjey valstøðum.










