SÍ mugu royna at vinna sín dyst í Havn móti Fleyr, og tað skuldi eftir øllum brøgdum at døma, ikki verið mest møtimikla uppgáva teirra í ár. Men hvussu er og ikki, má dysturin vinnast, tí nýklaktu steypavinnararnar úr ÍF eru beint í hølinum á teimum.
ÍF tekur á heimavølli móti hinum vágaliðnum Drátti, og á Tvøroyri tekur TB móti KÍF. Einasta liðið, ið ikki spælur hetta vikuskiftið á kvinnusíðuni, eru klaksvíksgellurnar úr Mjølni. Men heilt frí fáa genturnar hjá Mjølni tó ikki, tí tær hava til uppgávu at døma allar flogbóltsdystirnar um vikuskiftið.
TB ætlar sær fjórða pláss
Stóri spenningurin hetta vikuskiftið er helst, um TB megnar at knúgva KÍF, og harvið vinna seg ájavnt við KÍF og Mjølnir, ið bæði liggja við sjey stigum á stigatalvuni. Tó skal nevnast, at KÍF hevur væl betur settmun, enn bæði Mjølnir og TB.
Menn á síðulinjuni
Hjá monnunum verður ongin dystur spældur um vikuskiftið, so teir hava eina kærkomna fríløtu. Fríløtan man uttan iva koma væl við hjá steypafinalistunum úr SÍ og Mjølnir, ið nýttu eina rúgvu av orku í finalunum, seinasta vikuskifti.