- So leingi sandoyingar ikki hava fast samband við miðstaðarøkið, mæli eg frá at taka undir hesum tilmæli.
Somikið bersøgin er Jónleif Johanesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, valdur fyri javnaðarfelagið á Sandoynni. Orsøkin er nýggja álitið um 10. flokk, sum Fólkaskúlaráðið hevur handað landstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dag.
10. flokkur er ikki kravt skúlaár hjá næmingum at taka, men tað er sera ymiskt hvussu undirtøkan kring landið er. Tó eru tað enn nógvir næmingar tilsamans, sum ganga eisini tað tíggjunda árið og tí metir Fólkaskúlanevndin tað neyðugt, at varðveita 10. flokk, tó við ávísum tillaginum og broytingum.
Millum annað mæla tey til at gera innihaldsligar broytingar, men tað, sum hevur fingið Jónleif Johannesen at mæla frá álitinum, er tilmælið at skipa 10. flokk í fýra eindir kring landið, so eindirnar gerast størri. Eindirnar verða eftir ætlan Suðuroy, Vágar-Streymoy-Sandoy, Sundalagið-Skálafjørðurin og Fuglafjørður-Norðoyggjar.
- Við hesum skulu næmingar av Sandoynni verða burtur í eini 12 tímar um dagin. Tey mugu yvirum fjøðrin klokkan 07 og verða ikki heimaaftur fyrrenn kanska kl. 19 um kvøldið. Tað er eingin gongd leið, sigur Jónleif Johannesen.
Fjølbroyttari tilboð í Sandoy
Hinvegin mælir hann til, at 10. floks tilboðið á Sandoynni breiðkast. Tað skal skipast fyri einum tøttum samstarvið við til dømis landbúnaðinum, so ein breyt innan landbúnað kundi verið sett upp.
- Eisini skuldu tilboðið verið somikið fjølbroytt, at tað eisini gerst eitt gott alternativ til teirra, sum eru eldri enn 10. floks aldur, men ynskja at taka tað árið, og til onnur, sum kundi komið í Sandoynna og tikið 10. flokk, tí tað var eitt somikið spennandi og alternativt tilboð, sigur Jónleif Johannesen.
Jónleif Johannesen metir, at við tíð hevði grundarlagið undir einum 10. floks tilboði í Sandoynni blivið betur og nóg mikið av næmingum høvdu verið til at havt tilboðið.
- Tað er tað rætta at gera, heldur enn at koyra næmingar til Havnar at ganga í skúla. Tí mæli eg frá hesum tilmæli. Tá tunnilin opnar er veruleikin ein annar, men í núverandi støðu haldi eg ikki, at hetta er ein gongd leið, sigur Jónleif Johannesen.