Skulu vísa seg sum oddalið

Í Runavík nokta menn at tosa um møguligan toppdyst um eina viku. Dysturin sunnudagin er móti B71, og tað er bara tann uppgávan, sum stendur á tapetinum

Tapið fyri Skála merkit, at NSÍ gleið av oddasessinum seinasta sunnudag. Um tað skal eydnast at vinna hendan aftur sunnudagin, eru runavíkingar ikki einsamallir um at gera av. Men teir eru púrasta greiðir um, at tað er nú, at teir skulu prógva seg sum oddalið.

- Tað verður deiligt hjá okkum at sleppa í dyst aftur. Tað treingja vit til, sigur Óli Hansen, liðformaður hjá NSÍ.

- Sjálvandi iðraðu vit okkum eftir dystin móti Skála. Og tá vit fóru av vøllinum var tað væl við sannføringini um, at avrikið var ikki nóg gott. Nú duga vit betri at síggja, at vit sum so gera nógv gott í dystinum, hóast vit ikki skora tey málini, sum vit skuldu. So í so máta er kortini nógv gott, sum vit kunnu taka víðari til komandi dystin. Hesa ferð ræður um at arbeiða hart. Bæði tí B71 hevur tikið nógv á bóli í ár, og tí vit sjálvir væl og virðiliga eru greiðir um, hvussu trupult tað er á Sandi sigur maðurin, sum við máli í yvirtíðini tók stigini við til NSÍ, tá teir í fyrsta umfarinum av landskappingini vitjaðu á Sandi.

Enn eru nógv stig eftir at spæla um í ársins útgávu av Formula-deildini. Men vinnur NSÍ sunnudagin, so verður av sonnum lagt upp til FM-brak, tá B36 um góða viku kemur til Løkin. Men tað er ein dystur, sum Óli Hansen als ikki vil tosa um.

- Nú sigur tú sjálvur, at hesin dysturin er fortreytin í so máta. Og vit hugsa so avgjørt ikki um nakað annað enn júst dystin sunnudagin. Tann dysturin er ríkiliga stór uppgáva, og vit eru 100% fokuseraðir upp á hesa uppgávuna, sigur Óli.