Bretska innanríkisráðið ætlar, at barnakonur, sum ætla sær at eiga barn á bretskum sjúkrahúsi, í framtíðini skulu vísa pass ella prógv fyri, at tey hava uppihaldsloyvi í Bretlandi.
Orsøkin er sonevnd barsilsferðavinna, har kriminellir bakmenn taka pengar frá kvinnum í eitt nú Nigeria fyri, at tær skulu sleppa at eiga barn á bretskum sjúkrahúsi.
Hetta skrivar blaðið The Telegraph.
Fólk, sum ikki eru búsitandi í Europa, skulu sambært lógini gjalda fyri at brúka bretska heilsuverkið – eitt nú í sambandi við barnsburð – men tað er blivið meiri vanligt, at hesar rokningar ikki verða goldnar.
Tí er uppskot nú frammi, at allar kvinnur skulu vísa ella prógv fyri, at tey hava uppihaldsloyvi í Bretlandi. Kravið um próvførslu skal galda allar kvinnur, tí annars verður ásetingin mett at verða diskriminerandi.