Skulu víðka um útnorðursamstarvið

Høgni Hoydal heldur tað kann verða Føroyum at stórum gagni, arbeiða vit fyri at víðka um útnorðursamstarvið suðureftir og vestureftir

? Vit mugu blása lív í norðurlendska samstarvið áðrenn tað brotnar av um tvøran.

Hetta var høvuðsboðskapurin í fyrilestrinum við Høgna Hoydal, ið Norrønafelagið í Føroyum skipaði fyri í Losjuni í Havn í gjár.

Høgni Hoydal vísti í fyrilestrinum á týdningin, norðurlendskt samstarv hevur fyri Føroyar. Serliga heldur hann, at tað kann fáa týdning fyri okkum, fáa vit grannalondini fyri sunnan, Nova Scotia og Kanada við í samstarvið.


Áhugin fallandi

Høgni Hoydal vísti á, at áhugin fyri útnorðri tykist vera alsamt fallandi innan norðurlendskt samstarv. Orsøkina til hetta heldur hann vera, at í samstarvinum er mark komið upp ímillum útnorður og skandinavisku londini somuleiðis, sum mark eisini hevur stungið seg upp millum útnorðurlondini saman við Noreg og tey skandinavisku londini, ið eru limir í ES.

? Samstundis, sum áhugin fyri londunum í útnorði er fallandi innan norðurlendskt samstarv, er áhugin fyri Baltalondunum alsamt vaksandi. Hetta haldi eg vera skeivt.

Høgni Hoydal vísti á, at hetta minnir ikki sørt um imperialismu. Tí tað tykist, sum Norðurlond royna, sum tann stóri lærumeistarin, at læra Baltisku londini um fólkaræði.

Tó segði Høgni Hoydal seg ikki vera ímóti áhuganum fyri Baltalondunum, men helt hann, at hugsað eigur at verða um, hvussu hetta samstarv er skipað.

Men fyri at styrkja um leiklutin hjá londum í útnorði í norðurlendskum samstarvi, heldur Høgni Hoydal, at vit eiga at arbeiða fyri at fáa Kanada, Nova Scotia, Hetland og Skotland við upp í samstarvið. Fáa vit hetta, er hann sannførdur um, at vit hava tryggjað okkum pallin út í heim.

Eydnast tað ikki, at styrkja útnorðursamstarvið á henda hátt, sær Høgni Hoydal stóran vanda fyri, at samstarvið brotnar av um tvøran.


Viðkomandi umhvørvispolitikkur

? Umhvørvispolitkkur er nakað, ið nógv verður gjørt við innan norðurlendskt samstarv, men eg haldi tó, at tað er burturvið at tosa um ein havumhvørvispolitikk, uttan, at londini í Norðuratlantshavi eru við.

Í hesum sambandi vísti Høgni Hoydal aftur á týdningin av at fáa Skotland, Hetland, Kanada og Nova Scotia saman við Grønlandi, Íslandi og Føroyum við upp í útnorðursamstarvið, so vit kunnu vera við til at seta dagsskránna fyri verjuna av tilfeinginum í Norðuratlantshavi.

? Tað er jú heilt náttúrligt, at londini kring Norðuratlantshav seta dagsskránna fyri verndini av Norðuratlantshavi, segði Høgni Hoydal.


NORA lykilin

Ein lykil til at styrkja um samstarvið í útnorði, er sambært Høgna Hoydal, NORA, ið er eitt samstarv millum Grønland, Ísland, Føroyar og strandalondini í Noregi. Hetta samstarvið, heldur Høgni Hoydal, kann styrkjast móti Nova Scotia, Kanada og grannunum sunnanfyri.

Hetta sigur Høgni Hoydal seg eisini hava skotið upp á fleiri fundum í ráðharrabólkinum, har hann er limur. Men hóast Ísland hevur stuðlað hesum hugskotinum, hevur móttøkan frá hinum ráðharrunum í bólkinum verið ógvuliga ymisk.

Tó er samstarvið komið so mikið langt, at tað hálvgum er gjørt av at halda eina ráðstevnu millum øll hesi londini í Føroyum einaferð í summar. Øll londini hava játtað at verið við til ráðstevnuna, har spurningurin um burðardygga veiðu verður á skránni saman við umhvørvismálum og øðrum.