Skulu útbyggja parkeringsøkið

Jákup Sverri Kass lovar betri parkeringsviðurskifti við Vága floghavn í framtíðini.

Talið á ferðandi um flogvøllin í Vágum stendur framvegis í vøkstri, og longu nú er greitt, at 2015 fer at seta met og væl tað.

 

Oktober mánaði var einki undantak, tí tá vóru ferðafólkini 22.582 í tali, sum eru góð 3.000 fleiri enn í oktober í fjør, er tað ein vøkstur upp á 15,4 prosent.

 

Higartil í ár hava 242.500 fólk ferðast um flogvøllin og eru tað 10,3 prosent fleiri enn fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør.

 

Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn, ásannar, at økta ferðafólkatalið setur krøv til flogvøllin. Í hesum sambandi nevnir hann millum annað, at ítøkiligar ætlanir eru um at betra um parkeringsviðurskiftini við flogvøllin komandi ár.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra hann greiða frá.