Skulu týða 150.000 síður um árið til føroyskt

Tað fer at kosta 40 milliónir at stovna eina týðingartænastu í Fólkatingum umframt 200 milliónir um árið

 

Tað sigur Søren Gade, formaður í Fólkatinginum.

Tað snýr seg ikki bara um at tulka tað, sum verður sagt í Fólkatingssalinum, men eisini um at umseta øll skjøl til føroyskt og grønlendskt.

Tað fer at snúgva seg um umleið 150.000 síður av tingskjølum um árið, stendur í tíðindaskrivinum frá formansskapinum í Fólkatinginum.

Aki-Matilda Høegh-Dam, fólkatingskvinna fyri Grønland, sigur, at um Danmark í veruleikanum var ein ríkisfelagsskapur, so hevði hesin felagsskapur eisini rúmað málunum hjá hvørjum øðrum.

Søren Gade, fólkatingsformaður, sigur í tíðindaskrivinum, at formansskapurin skilir ynskið hjá føroyskum og grønlendskum fólkatingslimum um at tosa sítt egna mál í Fólkatinginum.

– Kjakið í formansskapinum hevur ført til, at vit hava biðið umsitingina um at koma við einum uppleggi seinni í ár við ymsum uppskotum til, hvussu vit kunnu handfara tulkingarspurningin í parlamentariska arbeiðinum í Fólkatinginum, sigur hann.