- Yrkismálið hevur stóran týdning, fyri at móðurmálið skal kunna nýtast á øllum økjum, fyri at tað skal bera til at tosa um alt á føroyskum, sigur Kristin Magnussen. Hoyr samrøðuna við hana við at trýsta á pílin undir myndini.
Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin 2017. Í ár verður dagurin í Løkshøll í Runavík leygardagin.
Móðurmálsdagurin verður hildin á føðingardegi V. U. Hammershaimbs. Hann var føddur 25. mars 1819. Málráðið skipar fyri almenna móðurmálsdegnum, og í ár verður dentur lagdur á yrkismál.
Tiltakið endar við, at ein móðurmálsvirðisløn verður handað.
Við at seta sjóneykuna á yrkismál vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki.