Liðið, sum sleppur at royna seg, er sett saman av somu leikarum, sum fekk góð úrslit í U19 European Open kappingini í Gøteborg í summar, tá ið Føroyar gjørdist nr. 16 av 22 londum. Har endaðu Føroyar frammanfyri eitt nú Italia, Belgia og Finnland.
Lutakast hevur verið í dag, og eru Føroyar komnar í bólk saman við Rumenia, Ísrael og Luksemburg. Spælt verður vikuskiftið 4. – 6. apríl.
Á heimasíðu sínari skrivar HSF, at Luksemburg og Ísrael eru tjóðir, sum ikki eru so langt frá støðinum hjá føroyska landsliðnum, meðan Rumenia er nakað væl sterkari.