SKULU TEY ELDRU Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU MISSA SÍNA UMBOÐAN?

Ein áheitan til borgarar 60 ár og eldri í Tórshavnar kommunu

Brynhild Danielsen, tiltakslimur í Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu
-----

1. januar 2006 fekk Tórshavnar kommuna eldraráð. Uppgávan hjá ráðnum er at ráðgeva býráðnum í eldrapolitiskum spurningum, at tryggja, at tey gomlu verða hoyrd í viðurskiftum, ið viðkoma teimum og at virka sum millumlið millum tey eldru og býráðið.
Við øðrum orðum eitt eldraráð hevur til uppgávu at tala søk teirra eldru og at samarbeiða við býráðið fyri at betra um viðurskiftini hjá teimum eldru í kommununi.

Nú verður val til eldraráðið í Tórshavn í november mánaði, freistin til at stilla upp var einaferð síðst í september, men mátti leingjast vegna ov lítla undirtøku.
Uppstillingarfreistin er nú broytt til hin 26.oktober 2012 kl. 16, og allir borgarar í Tórshavnar kommunu, ið eru 60 ár ella eldri, hava rætt til at stilla upp, kvinnur so væl sum menn.
Tíverri sær nú út til at lítil áhugi er fyri tí arbeiði, ið fer fram í ráðnum, ov fá fólk hava latið seg stilla upp.
Nú skuldi annars verið serliga áhugavert at sitið í ráðnum
Eldraøkið verður 1. januar 2014, altso um umleið 14 mánaðir, lagt út til kommunurnar at umsita. Landsstýrið hevur sett ein arbeiðsbólk at orða ein nýggjan eldrapolitikk, har dentur verður lagdur á at betra um lívsgóðskuna og sjálvsavgerðarrættin hjá hinum einstaka.
Kemur tú í ráðið, hevur tú møguleika at fylgja við gongdini!
So! um tú er 60 ár ella eldri, ger tær sjálvum og okkum øllum tann beina at stilla upp. Tað verður stórt spell, skulu vit tilkomnu borgarar í Tórshavnar kommunu missa hendan møguleikan at gera okkara ávirkan galdandi.
Tú kanst stilla upp við at seta teg í samband við Snarskivuna hjá Býráðnum. Tey útvega tær valevnisfráboðan og stillaralista; set títt navn á listan, finn tær 5 stillarar og send fráboðanina inn aftur til Snarskivuna; harvið ert tú millum tey, ið stilla upp til eldraráðsvalið.
Tú kanst eisini útvega tær valevnisfráboðanina við at fara inn á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, torshavn.fo og finna hana har.
Vælsignaðu tit, latið ikki tey tilkomnu í Tórshavnar kommunu missa møguleikan at hava hetta millumlið til at betra um teirra viðurskifti.