Skulu taka víkingarnar ídag

Tað er trýst á B36 og KÍ, og lyklauppgerðir vera í Gundadali og á Toftum

Í gjár var fyrsti dystur í tólvta umfari, tá ið Víkingur á Skála vann sannførandi 3-1 sigur. Skála legði seg framum við brotssparki, sum Álvur F. Christiansen umsetti til mál, og undan steðginum javnaði Andreas Lava Olsen. Í seinna hálvleiki skoraði Hans Pauli Samuelsen tvey mál. Tað fyrra við brotssparki og tað seinna við framúr skoti úr spískum í vinstru og í handara síðunetið.

 

Úrslitið á Skála ber við sær, at Víkingur er topplið. B36 og KÍ hava seinnapartin møguleika at leggja toppliðið aftur um seg. B36 er á veg til Fuglafirðar, og KI fær seinnapartin vitjan av TB.

 

Í Gundadali verður lyklauppgerð millum HB og NSÍ, sum bæði stríðast fyri at halda tørn um sambandið við toppin.

 

Á Toftum verður lyklauppgerð í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, tá ið AB, sum mánadagin vann fyri fyrstu ferð, fer at vitja B68, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum.

 

Allir dystinir vera klokkan 15:

KÍ-TB: Petur Reinert

ÍF-B36: Kári J. á Høvdanum

B68-AB: Dagfinn Forná

HB-NSÍ: Eiler Rasmussen

 

Støðan undan dagsins dystum

Víkingur 25

B36 23

KÍ 23

NSÍ 21

HB 18

ÍF 14

Skála 9

TB 9

AB 8

B68