Skulu taka Sandy í álvara

Barack Obama, forseti, ávaraði í kvøld amerikanararnar fram við eysturstrondini um, at ódnin Sandy kann gerast ógvuliga álvarssom og kann gera stóran skaða.

Fleiri statir har eysturi eru lýstir í undantaksstøðu, fólk í túsundatali eru á veg burtur frá strondini, og Sandy fer at ávirka gerandisdagin hjá fleiri milliónum amerikanarum. Myndugleikarnir siga, at millum 50 og 60 milliónir fólk kunnu blíva rakt av vatnflóð, streymsliti og øðrum.

.

-Hetta er ein ógvuslig ódn. Eg heiti á tey fram við eysturstrondini um taka hetta í álvara og at gera eftir vegleiðingunum frá myndugleikunum, segði Barack Obama í kvøld.

Amerikanska veðurstovan sigur, at Sandy kemur inn yvir land sunnan fyri New York í morgin, men veðurstovan dugir ikki at siga við vissu, nær á degnum tað verður.