Skulu taka avgerð um hvør skal bíða

Næstu árini skulu nógvir tunlar gerast ymsastaðni í landinum. Men vit kunnu vænta hart stríð í Løgtinginum, tá ið avgerðin skal takast um, hvørjir tunlar skulu gerast fyrst og, hvørjir skulu bíða

Skulu suðuroyingar bíða ella skulu norðoyingar bíða? Ella vera tað sandoyingar, sum verða settir aftur um?
Hetta verða nakrir av stóru spurningunum, sum samgongan og Løgtingið noyðast at taka støðu til tær næstu mánaðirnar.
Tey næstu árini er ætlanin at gera nógvar tunlar ymsastaðni í landinum.
Men tað er í øllum førum greitt, at allir kunnu ikki gerast ísenn. Sostatt er neyðugt at raðfesta tunlarnar fyri at gera av, hvørjir tunlar skulu gerast fyrst og, hvørjir skulu bíða.
Tað er eitt arbeiði, sum samgongan og Løgtingið skulu undir teir næstu mánaðirnar
Orðaskiftið hevur verið í løgtinginum um tunlar og tá kom týðiliga til sjóndar, at tinglimir eru alt annað enn samdir um, hvørjir tunlar skulu gerast fyrst
Eisini innanhýsis í samgonguni sær ikki út til at vera semja um, hvussu tunlarnir skulu raðfestast.
Tí kann væntast, at tunnilsprátið í Løgtinginum tær næstu mánaðirnar verður heilt festligt, serliga tá ið hugsað verður um, at tað verður Løgtingsval um minni enn eitt ár.
 
Fleiri tunlar á skránni
Og tað er ikki smávegis tunlar, sum ætlanin er at gera
Suðuroyingar strongja á fyri at fáa nýggjan tunnil til Hvalbiar.
Sandoyingar vilja hava tunnil til Dals og norðoyingar vilja bæði hava tunnil úr Klaksvík, norður um Fjall og tunnil til Viðareiðis.
Somuleiðis hevur verið tosað um at gera tunnil ímillum Skálafjørð og Kambsdal ella Gøtudal.
Og so hava røddir eisini verið frammi um at gera  tunnil til Tjørnuvíkar, til Fámjins, ímillum Funning og Gjáar og til Árnafjarðar.
 
Útrokningar gerast
Bjarni Djurholm hevur sagt fyri Løgtinginum, at nú skulu kost-nyttu kanningar gerast av tunlunum, sum ætlanin er at gera.
Tað merkir at útrokningar skulu gerast at vita, hvørjum tunlum, vit fáa mest burturúr eftir kostnaðinum.
Tá ið tað er gjørt, skal ein raðfesting gerast fyri at fáa greiði á, hvørjir tunlar skulu gerast fyrst og, hvørjir skulu bíða til seinni.
Annars gjørdi Bjarni Djurholm greitt, at á langtíðarætlanini hjá samgonguni, hevur tunnilin úr Klaksvík, norður um fjall, verið raðfestur frammanfyri ein nýggjan Hvalbiartunnil.
Tað merkir, at skal Hvalbiartunnilin framskundast, verður helst neyðugt at bíða við tunlinum í  norðoyggjum, tí annars skal íløgukarmurin hjá landinum hækkast munandi.
Harafturat vísti Bjarni Djurholm á, at Løgtingið hevur játtað pening til tunnil til Dals í tvey ár og hevur samtykt at hann skal gerast. Og skal tann tunnil gerast uttan drál, soleiðis sum Løgtingið hevur ynskt, verður helst neyðugt at bíða við øllum hinum tunlunum, til Dalstunnilin er liðugur.
Hann staðfesti eisini, at Løgtingið hevur at samtykt at gera tunnil til Dals.
- Men áðrenn løgtingslimir atkvøddu fyri tí, áttu teir kanska at havt hugsað um, hvørjar avleiðingar hetta fór at fáa fyri aðrar tunlar, sum teir annars halda vera alneyðugar, segði Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin legði afturat, at skulu vit leggja ætlanir fyri framtíðina, er tað meiningsleyst at seta fleiri tunlar á fíggjarlógina beinanvegin, tí tað er vónleyst at gera allar ísenn.
Sjálvur ivaðist hann ikki í, at tá ið kost-nyttu kanningarnar eru lidnar, fer tað at vísa seg, at teir tunlarnir sum fara at geva best úrslit, verður tunnilin norður um Fjall í Klaksvík og Hvalbiartunnilin.
Men tað er greitt, at allar súður eru ikki syftar enn.
Samgongutingmaðurin, Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum vísti á, at á einum fundi um samferðsluna, var hugburðurin mótvegis nýggjum tunli til Hvalbiar var var ógvuliga jaligur.  
Hann vísti eisini á, at tað var ikki nakað nýtt, at Hvalbiartunnilin var óbrúkiligur og tað er ongin ivi um, at tað er neyðugt at gera nýggjan tunnil. Men talan er um nógvan pening og tí er neyðugt at raðfesta tunlarnar.
Ein annar samgongumaður, Johan Dahl er ikki samdur í at tunnilin Norður um Fjall skal takast framum nýggjan Hvalbiartunnil.
- Tað er nógv vinnulív og nógv virksemi í Hvalba, samstundis sum ætlan er at byggja eftirskúla í bygdini. Tí hevur tað avgerðandi at ein nýggjur tunnili verður gjørdur skjótt og tí má samgongan eisini raðfesta hann fremri.
Bæði Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen vístu á, at tað skal ein kost-nyttu útrokning gerast, er tað bara ein lítil løta at koma til ta niðurstøðu, at Hvalbiartunnilin er tann, sum loysir seg best, tí har er so nógv virksemi.
Annars mæltu fleiri tinglimir á Bjarna Djurholm um at leggja málið fyri Løgtingið, so at Løgtingið kundi samtykkja eina raðfesting.