Skulu syngja meiri í skúlanum

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálumm, heitir á fólkaskúlarnar um at gera meiri við at læra børn og ung sangir og sálmar, og at varðveita siðin at syngja morgunsang Tað er umráðandi, at tað verður sungið við børnunum í skúlanum, so sálmar og sangir kunnu verða lærdir til lítar.

Tað sigur landsstýrismaðurin í mentamálum í brævi til fólkaskúlarnar og skúlastýrini. Tað eigur at verða álagt skúlunum at læra børn og ung vanligar føroyskar sangir, barnasangir, fosturlandssangir og sálmar. Skaldskapurin av manna munni, kvæðini, er eisini ein partur av hesum.

Summir skúlar gera uttan iva nógv við hetta, men tímarnir til tónleik røkka ikki, tí tað eru ov nógvar lærugreinar samskipaðar í bólkinum handverk og list, har tónleikur erein av lærugreinunum.

Tí heitir landsstýrismaðurin á allar skúlar um at syngja meira við børnunum og miðvíst læra tey sálmar, sangir og kvæði, soleiðis at hesin mentanararvur okkara ikki fer fyri skeytið.

Umframt í tónleiki og sangi eigur hetta at vera ein fastur partur av lærugreinunum kristni og føroyskum, heldur Jógvan á Lakjuni.

Landsstýrismaðurin heldur eisini, at morgunsangurin er ein góður siður, sum eigur at verða varðveittur. Hvør einstakur skúli ger av, hvussu henda løtan verður skipað - eitt nú við sálmasongi, bøn og næmingaframførslum. Men tað eigur at verða miðað eftir at hava eitt fjølbroytt úrval av sálmum og sangum, og at næmingarnir virknir taka lut.

Morgunsangurin er eisini eitt gott høvi hjá leiðsluni at kunna og viðgera mál, sum øll eru partur av, heldur landsstýrismaðurin, sum heitir á allar skúlar um at skipa fyri, at felagsmorgunsangur er í skúlunum.