Skulu stríðast fyri makrelinum

Tað loysir seg ikki hjá Føroyum at gera semju við ES og Noreg um makrelin í nærmastu framtíð, siga akademikarar, sum hava skrivað stórar uppgávur um makrelstríðið

– Føroyar skulu standa fast í eina tíð afturat og vinna sær søgulig rættindi, men allarhelst verður neyðugt at finna eina loysn innan 3 ár. Mann skal ikki treiskast bara fyri at treiskast, og skuldi tað hent, at makrelstovnurin minkar, so er neyðugt at hava fiski­vinnu­avtalur við onnur lond, segði Ingibjørn Johannesen, búskapar­løg­frøðingur, sum hevur skrivað kanditat­uppgávu um millum ann­að makrelbýti, í sendingini.
– Føroyar eru sjálvandi eitt lítið land, so um vit ikki kunnu koma á mál ígjøgnum altjóða lógir, so verður tað torført. Men við tað, at ES ikki setir strangastu til­tøkini í verk, so stendur longu greitt, at vit onkursvegna eru nærri okkara máli, segði Marita Joensen, bachelor í altjóða handli og politikki, sum hevur skrivað bacheloruppgávu um makrel­málið.

Søgulig rættindi neyðug
Ingibjørn Johannesen, sum í sín­ari uppgávu serliga kannaði býtið av makrelinum, greiddi frá, at ferðingarmynstrið hjá makrel­inum er broytt so nógv, at tað í løtuni er rímiligt, at Føroyar fáa eina størri makrelkvotu.
– Noreg og ES halda uppá, at ferðingarmynstrið bara fyribils er broytt, men soleiðis, sum kvot­ur verða býttar millum lond, so er púra greitt, at tað ikki neyð­túrv­iliga er tað mest logiska býtið, sum ger seg galdandi, greiddi Ingibjørn Johannesen frá.
Hann legði afturat, at tað sum serliga hevur týdning, tá stríð er um kvotur, eru søgulig rættindi, og tí noyðast Føroyar at fiska makrel fyri at vinan sín rætt.
– Vit skulu eisini minnast til, at 70 prosent av samlaðu veiðuni hjá ES ikki er burðardygg, og tí kann tað tykjast undarligt, at ES hartar Føroyar, segði Marita Joensen.

Ógreitt virði
Hóast bæði Ingibjørn Johannesen og Marita Joensen hava kannað makrelmálið rættiliga væl, so kann hvørgin av teimum seta eitt endaligt virði í krónum á makrelin, sum føroyingar hava til­skilað sær rætt til.
– Tað má vera nakað, sum bú­skaparfrøðingarnir í fiski­mála­ráðnum skulu gera eina vurdering av, men teir hava so mett, at makrelurin í løtuni kastar meira av sær, enn um vit høvdu havt tær fiski­veiðu­av­tal­urnar, sum vóru áðrenn makrel­stríðið byrjaði, segði Ingibjørn Johannesen.