Nú næstbesta deildin fór í summarfrí, eru tað 07 Vestur og VB/Sumba, sum eru á teimum báðum plássunum, sum eftir kappingarlok bera uppflyting í bestu deildina við sær.
Støðutalvan boðar frá, at tað eru bara hesi bæði liðini og so AB, sum tykjast hava møguleika at flyta upp. AB er eftir 8-0 stóran heimasigur leygardagin á HB trý stig aftanfyri tey bæði oddaliðini. Men AB hevur spælt ein dyst færri enn VB/Sumba, og tí eru argjamenn rættuliga væl við.
TB er á fjórða plássi, men tvøramenn eru so mikið langt aftanfyri, at tað ber illa til at ímynda sær, at teir skulu vinna uppflyting. Teir hava eisini spælt ein dyst fleiri enn AB og 07 Vestur.
07 Vestur vann toppuppgerðina leygardagin á heimavølli 3-1 á VB/Sumba. Tór-Ingar Akselsen er ein av stuðulsspælarunum hjá 07 Vestur, og hann var væl nøgdur:
- Talan var um tætta uppgerð við nógvum nærdystum og høgari ferð. Eg haldi, at vit vóru betri alla tíðina, og at úrslitið væl vísti, hvussu dysturin myndaðist.
Hvussu ert tú nøgdur við avrikið higartil í ár?
- Tað hevur gingið, sum vit høvdu vónað. Einastu dystirnir, sum vit ikki eru nøgdir við, eru teir báðir, sum vit hava spælt í Suðuroy. Tey avrikini vóru ikki góð. Vit skulu seinni í ár spæla bæði í Vági og á Tvøroyri. Tá fara vit at royna at vinna betri úrslit, enn vit hava megnað fyrr í ár. Men uttan mun til hvussu tað fer at hilnast, so rokni eg við, at vit fara at megna uppflyting.
Fara tit eftir at verða nummar tvey, sum er plássið, ið ber uppflyting við sær?
- Vit miðja eftir at vinna deildina og í hvussu so er at vinna uppflyting, sigur Tór-Ingar Akselsen, sum er ein av 07 Vestur monnunum, sum hevur royndir frá fremstu deildini. Tór-Ingar hevur undanfarnu árini spælt við HB.
07 Vestur skal spæla á Tvøroyri í 22. umfari, sum verður 13. september, og 07 Vestur skal spæla í Vági í 25. umfari, sum verður 27. september.
Hesa ferð eydnaðist tað botnliðnum B68 at vinna fulla úrtøku við 2-1 heimasigri á KÍ. Harvið leyp B68 upp um EB/Streym, sum nú er niðast. Hetta var sjeynda KÍ tapið á rað. KÍ hevur ikki vunnið síðani 17. mai, tá ið klaksvíkingar vunnu 1-0 á heimavølli ímóti B68.
12. umfar
12. juli
AB-HB 8-0 (3-0)
1-0: Dion Splidt
2-0: sjálvmál
3-0: sjálvmál
4-0: Thomas Hans Rubeksen
5-0: Thomas Hans Rubeksen
6-0: Thomas Hans Rubeksen
7-0: Evrard Blé
8-0: Dánial Rói Olsen
Reytt kort: Hendrik Rubeksen, HB
07 Vestur-VB/Sumba 3-1 (1-1)
1-0: Tór-Ingar Akselsen
1-1: Birgir Jørgensen
2-1: Jens Erik Rasmussen br
3-1: Jóan Petur á Stongum
Reytt kort: Martin Tausen VB
B68-KÍ 2-1 (0-1)
0-1: Arnhold Joensen
1-1: Súni Fríði Barbá
2-1: Óli Olsen