Gulldystur
Tá seinasta venjingin á árinum endaði hjá vestmenningum, var ikki heilt liðugt við fyrireikingunum kortini. Allir sum ein vórðu leikararnir bidnir um at koma í eina av skúlastovunum í Vestmanna Skúla, har teir umvegis sjónband eina seinastu ferð kundu gera sær eina fatan av, hvussu mótstøðan fer at verða leygardagin.
Eftir okkar fortreytum
Eftir at hann hevði fingið allar leikararnir inn í rúmið, fingu vit eitt stutt prát við venjaran hjá VÍF, Inga Olsen. Og hóast hann viðgekk, at hetta var ein partur av fyrireikingunum, so tóktist hann ikki vera so nógv fyri at tosa um strandingarnar.
- Nú verður hetta sjónbandið ikki nøkur komplett gjøgnumgongd av liðnum hjá StÍF. Skulu vit vinna dystin, so skulu vit í størstan mun spæla upp á okkara egnu fortreytir.
- Men tá tað er sagt, so er tað sjálvandi eingin loyna, at strandingar hava nakrar styrkir, sum vit skulu ansa eftir. Stórsta hóttanin eru sjálvandi teir tríggir bakspælararnir, sum vanliga fáa sera nógv burturúr, og har mugu vit so finna upp á rað at steðga teimum. Men hinvegin hava teir so kanska onkur øki, har teir ikki eru heilt so sterkir, og tey mugu vit so eisini royna at raka.
- Og so tosa sjálvandi nógv eisini um málverjan. Hann er sjálvandi góður, so har er bara eitt hjá okkum at gera, og tað er at skjóta betri. Eg haldi í øllum førum, at vit standa einki aftan fyri teir, hvat skotstyrki viðvíkur, men vit hava tó havt onkrar trupulleikar við hesum í árinum. Ikki minst tí upptaktin hjá okkum mest sum varð oyðiløgd, tá Sámal og partvíst Áki vóru skaddir.
Seinastu trumfarnir
Tað er tó ikki bara skotstyrki og gott verjuspæl, sum eru trumfirnir hjá VÍF leygardagin.
Til hesa seinastu venjingina vóru fleiri væl kend andlit at síggja, og Ingi váttar eisini, at partur av »gomlu garduni« verður við hesaferð.
- Vit hava mest sum tømt aðru deild, soleiðis at hópurin hjá okkum verður so breiður sum gjørligt leygardagin, og tað tænir eisini onkrum endamáli. Vit hava í nógvar mátar verið ov tunnir í seinastuni, og við hesum monnunum kunnu vit kanska geva øðrum leikarum nakað av hvíld ígjøgnum dystin. Eisini kann tað geva mær betri frið til bert at hugsa um spælið hendan dagin, heldur enn eisini at vera venjari, tí tað hevur heilt víst órógvað viðhvørt.
- Og so vita vit eisini, hvat hesir menninir standa fyri, og tað at spæla avgerandi dystir er so avgjørt ikki nakað nýtt fyri teirra viðkomandi. Og so er tað eisini tað, at vit skulu vinna dystin. Vit hava tørv á øllum hugsandi styrki., og kann hetta vera ein hjálp, so tænir tað sínum eindamáli, sigur Ingi Olsen at enda.