Norski tjóðbankastjórin, Svein Gjedrem, ávarar nú teir norsku politikaarnar ímóti at brúka ov nógvar pengar úr tí almenna oljugrunninum.
Høvuðsreglan er, at politikaarnir eiga ikki at brúka meiri enn fýra prosent av vinninginum hjá grunninum um árið, men í ár hevur Stórtingið samtykt at brúka seks prosent. Men tað er ov nógv, heldur Svein Gjedrem. Í einari røðu fyrrakvøldið segði hann, at tað gongur væl í norska búskapinum, og at ov nógvir oljupengar kunnu hava við sær, at ov nógv ferð kemur á búskapin.
Svein Gjedrem heldur, at politikararnir eiga at tálma teimum almennu íløgunum tey næstu árini. Tørvurin á nýíløgum verður størri seinni, og tí er rætt at skerja útreiðslurnar nú, sigur tjóðbankastjórin. Hansara uppskot er, at politikararnir eiga at halda seg til regluna um at brúka í mesta lagi fýra prosent av vinninginum hjá oljugrunninum um árið.