Hondbóltur
Talan var um oddadyst, tá liðini hittust í høllini í Hálsi og Havn, og úrslitið gjørdist tað mest málríka í hesum kappingarárinum.
38-37 gjørdist endaliga støðan, men tað, sum fekk øði í vestmenningar var ein hending beint undan steðginum. VÍF hevði tríggja-metra kast, tá tvey sekund vóru eftir, og Sámal Joensen royndi seg við beinleiðis skoti.
Dómararnir blástu tó tíðini ígongd alt fyri eitt, og tí ljóðaði lúðurin, samstundis sum skotið frá Sámali Joensen fór í meskarnar.
Dómararnir gjørdu tá av, at málið ikki skuldi telja við, og tí vóru vestmenningar heldur skakkir, tá teir eftir steðgin komu eftir, at teir ikki høvdu eins nógv mál, sum teir hildu seg hava.
Við tepra tapinum í huga gjørdi VÍF tí av at kæra dómaraavgerðina, og hesum fingu teir í gjárkvøldið viðhald í.
» Vísandi til, at dómararnir í sambandi við fríkastið, ið varð dømt beint fyri hálvleik, tóku eina skeiva avgerð við ikki at lata VÍF taka fríkastið umaftur, og tað vísandi til úrslitið í dystinum ikki kann avvísast, at hendan skeiva avgerðin hevur havt avgerandi týdning fyri úrslitið á dystinum, hevur Kappingarnevndin avgjørt at geva VÍF viðhald í klagu síni, soleiðis at úrslitið á dysti nr. A134 millum Neistan og VÍF, tann 18. januar 2009 verður ógildað, og dysturin verður spældur av nýggjum«, skrivar Kappingarnevndin í sínum úrskurði.
Kjartan Thomassen, formaður í Neistanum, sigur, at nevndin ikki hevur verið savnað, síðani tey í gjárkvøldið fingu úrskurðin, og at tey tí ikki hava gjørt av, um avgerðin verður kærd.










