Kappingarnevndin hjá FSF hevur undan seinastu leikumførunum boðað frá, hvørjar klokkutíðir dystirnir í ymsu deildunum skulu spælast. Hetta fyri at tryggja, at tað ikki ber til hjá feløgunum at spekulera í úrslitum av dystum, sum longu eru spældir. Fyri Vodafone-deildina merkir hetta, at dystirnir á næst seinsta leikdegi byrja klokkan 15, meðan teir á seinasta leikdegi byrja klokkan 14.30.










