Skulu spæla móti Russlandi

Av liðunum, sum verða styrkismett millum tey veikaru, skal føroyska mansliðið komandi árið spæla móti Italia og Bosnia. Í báðum førum tjóðir, sum hondbóltskvinnurnar hava spælt ímóti seinnu árini, meðan menninir eisini - men tað eru nøkur ár síðani - eisini hava spælt móti Italia.

Hini liðini í okkara bólki eru Sveis, Serbia og Russlandi. Bæði Sveis og Serbia hava verið millum mótstøðuliðini hjá manslandsliðnum seinnu árini, og serliga var tað nær við, at okkara tóku stig frá Sveis fyri sjey árum síðani.

Sterkasta tjóðin í okkara bólki er Russland. Og tó at tað verður ein risa uppliving av síggja nakrar av heimsins bestu spælarum her á landi, so er tað neyvan ímóti teimum, at nakrar vónir um stig skulu setast.

 

Fullfíggjað yvirlit yvir lutakastið sæst á www.eurohandball.com